Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góðir klaksvíksingar undirhalda í Keypmannahavn

John William Joensen

Leygarkvøldið 24. nov. verður fjøllbroyttur tónleikur í Kulturhuset Islandsbrygge, sum liggur miðskeiðis í Keypmannahavn og beint við sjógvin, har føroyingar fara at framføra Vísur, Blues, Punk og Rock´n Roll.

Kvøldið byrjar við eini konsert, har Jógvan Andrias Joensen og Hanus G. Johansen saman fara at framføra vísur. Aftaná fer Mr Blues Uni Reinert Debess við fólki á pallin. Okkurt óvænta er eisini á skránni. Eftir miðnátt fara The Dreams at strála positivan punk og rokk út til gestirnar, sum eisini uppliva Ketchup-plátuvendarnar Hallur Johannesen og Kára Davidsen.

Í ár eru 20 ár liðin síðan teir bágir vísusangarnir og vinmennirnir byrjaðu at framføra tónleik saman, Jógvan Andrias Joensen og Hanus G. Johansen, sum bágir eru úr Klaksvík.

Stigtakari av FO INVASION er, eins og í fjør, hoyvíkingurin og útisetin Edmund S. Jacobsen, sum hevur áhugað í føroyskum tiltøkum í Keypmannahavn. Aftaná tvey á Skarvi sum fyriskipari, steðgaði samstarvið. Framyvir vil Edmund vera ein sokallaður freelance booker. Fyrr í vikuni skrivaði hann undir sáttmála við Kulturhuset Islandsbrygge um leigu og til tiltakið FO INVASION, sum er fyri øll. Danir gleðast um at samskipa eitt føroyskt tiltak, men kanska bert so leingi vit ikki loysa, sigur Edmund at enda við Norðlýsið.

Meira um tiltakið á www.k-i-b.dk