Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góðu foreldur o.o.

Klaksvíkar Kommuna

Sum kunnugt verður skúlastýrisval týsdagin 8. november 2016. Valið verður saman við kommunuvalinum í KÍ-høllini.

Foreldur hava ein stóran leiklut í skúlagongdini hjá einstaka barninum. Tit eru við til at skapa tryggleika, trivnað og læring. Samskifti og samstarv millum skúla og heim hevur tí alstóran týdning, bæði fyri menningina hjá einstaka barninum og menningina hjá skúlanum sum heild.

Samstarvið fer fram í gerandissamskifti millum skúla og foreldur, men við foreldraumboð-unum í skúlastýrinum kunnu foreldur eisini fáa beinleiðis ávirkan á, hvussu gerandisdagurin í skúlanum verður skipaður.

Øll við foreldramyndugleika hjá børnum, sum eru skrivað inn í skúlan, hava valrætt og valbæri. Vallistin liggur frammi á kommunuskrivstovuni 18. oktober til 1. november. Fólk, sum ikki eru á vallistanum, og sum hava valrætt og valbæri, skulu venda sær til formannin í valnevndini í seinasta lagi mánadagin 1. november fyri at koma á vallistan.

Í samband við valið verður uppstillingarfundur í miðhøll skúlans týskvøldið 25. oktober kl. 19:00. Har verður kunnað um ábyrgdir og uppgávur hjá skúlastýrinum eins og formligu mannagongdirnar í samband við valið. Eftir fundin verður høvi at hava uppstillingarfund. Seinasta freist at lata valevnislistar inn er mánadagin 1. november kl. 18:00.

Vegna valnevndina

Vagn Foldbo, form.