Nú er so valið fyri durum og øll Kalsoyggin verður partur av Klaksvíkar kommunu. Henda tilgongd hevur gingið væl, og skal eg rósa býráðslimum og umsiting fyri einastandandi góðar og jaligar samráðingar. Eg stilli upp til býráðsvalið fyri Nýtt sjálvstýri, og mítt fremsta mál er at vera ein rødd fyri alla Kalsoynna. Heldur enn at síggja bygdirnar hvør sær, vil eg arbeiða fyri alla oynna sum eina heild, tí eg haldi, at besti framferðarháttur fyri okkum á Kalsoynni er at standa saman um tey málini og viðurskiftini, sum viðkoma okkum øllum.
Nøkur av teimum málum, sum eg ynski at varpa ljós á, eru hesi:
BUSSAMBAND Í KALSOYNNI
Bussambandið er í løtuni alt ov vánaligt, og ferð eftir ferð uppliva vit, at ferðafólk og onnur koma til oynna og ongin bussur er at koyra tey frá A til B. Hetta má broytast sum skjótast, soleiðis at bussur verður til allar túrar. Í løtuni er dialogur ímillum Strandferðsluna, Klaksvíkar- og Húsa kommunu og Visit Kalsoy um hetta, og vónandi verður loysn funnin sum skjótast. Men tá ið nú øll Kalsoyggin verður partur av Klaksvíkar kommunu, vil eg sjálvandi eisini kanna møguleikarnar fyri, at kommunala bussleiðin hjá Klaksvíkar kommunu eisini kann koyra ímillum bygdirnar í Kalsoynni.
SKELTING
Allar bygdir skulu skeltast við penum og viðkomandi skeltum, soleiðis at gomul staðarnøvn ikki verða gloymd. Harumframt skulu skeltir eisini setast upp, ið vísa serlig áhugamál, soleiðis at ferðafólk og vitjandi annars kunnu fáa eina søgu og samanumtikið eina betri uppliving í bygdunum.
VEGIR
Kommunan er byrjað at gera vegin gjøgnum Húsa bygd í góðan stand aftur, eftir nógv ár í sera ringum standi. Í sama umfari verður Føroya skjótasta og fyrsta fiburnet lagt til øll húskir á Húsum. Hetta kom ílag, nú tá ið vegurin ígjøgnum bygdina skal gravast upp, og tað verður eitt frambrot, at Húsar verður fyrsta bygd í Føroyum við so góðum og skjótum interneti, sum við tíðini eisini kemur út í restina av landinum.
Kommunan má eisini leggja trýst á landsmyndugleikarnar, soleiðis at landsvegirnir og tunnlar vera dagførdir og vit kunnu sleppa undan, at dekk verða skrødd upp á bilunum.
FERÐAVINNA
Feravinnan skal mennast, frá Galvinum norð á Eggjar. Tað hevur stóran týdning, at teir ið varða av hagunum, sjálvir kunnu vera ferðaleiðarar, soleiðis at mest møguligt av peningi liggur eftir hjá teimum.
Somuleiðis varðar kommunan av Svínoynni. Svínoyggin hevur sera nógv at bjóða ferðafólkum, og her hevur tað týdning, at allir aktørar verða stuðlaðir. Har er eisini rampa ávegis fyri at bøta um umstøðurnar, tá størri farmur skal til og frá oynni, eitt nú olja og annar tungur farmur.
ÁNIRNAR
Nú eg koyri norður á Strond hvønn morgum og fleiri ferðir um dagin, síggi eg dagliga, hvussu vandamikil henda leið kann vera. Nógv fólk hava gleði av at ganga og renna á hesum strekki, men umstøðurnar framvið vegnum gera hetta sera ótrygt. Vit mugu hugsa um, at hetta er ein 80 km zona, so mítt uppskot er, at ein renni- gongu- og súkkluteigur verður gjørdur norð til byrgingina um Haraldsund.
Hesi eru nøkur av mínum hjartamálum, og við tykkara stuðli vóni eg at framhaldandi vera eitt jaligt umboð fyri Kalsoynna í framhaldandi samstarvinum og samanleggingini, sum nú skal fremjast í verki.
Gott val!
Magni Garðalíð, valevni á lista D




