Far fallit við Fólkaflokkinum ella Tjóveldi!
Í áttati árunum fóru vit so dyggiliga fallit eftir mong ár undir Fólkafloksleiðslu. Nú smá 20 ár seinni, beint sum aðrar kommunur toppa fíggjarliga- eru vit aftur eymýkjandi koyrd fíggjarliga út av eyggini.
Lygnir ella býttleiki?
Ì alt summar hava vit sæð borgarstjóran við megnar ketu, hálova at Klaksvíkar kommuna fyri 100 árum síðan fór úr felags Norðoya kommununi. Samstundis hevur samgongan í býráðnum ferðast til grannar okkara fyri norðan fjall, við føgrum faldarum, við nógvum gyltum lyftum, – einum faldara sum vit nú eina viku seinni, sambært varaborgarstjóranum valla hava pening at gjalda fyri, tíðans heldur tey gyltu lyftini.
Nú sitandi býráðssamgonga er tvungin, at ásanna at talan bert var um innantóm orð, hevði Tjóveldi ikki mansmót til at bera framm sannleikan, sum samgongan við borgarstjóranum á odda, við ymiskum hátíðarhaldum, hava roynt at dylt sum mannsmorð fyri okkum borgarum í kommununi.
Ella kann tað skyldast beinleiðis manglandi vitan og ódugnaskapi? Hetta verður tú sjálvur at avgerða, men vit mugu ásanna at eingin í býráðssamgonguni hevur ønt orð um støðuna, fyri okkum borgarum, fyrr enn nú kassin er meira enn tómur og vit aftur verða sett undir umsiting.
Í bestu fíggjarligu uppgangs tíðum hevur Klaksvíkar býráð enn einaferð megna at sent okkum á húsagang. Hugsi tykkum um hesi somu fólkavaldu og við somu umsiting, skulu stýra í niðurgangstíðum?
Røttu fólkini?
Klaksvíkingar! Tá samgongan nú lovar bót og bata- nú gomlu umboð tykkara enn einaferð lova at nú skulu vit brúka vit og skil! er tá ikki rímuligt at spyrja hvaðani viti og skili skal koma frá? Hvussu skulu hesi, sum enn einaferð hava gjørt okkum fyri skommum, minka um fólkatalið, støðga møguleikunum fyri fíggjarligum frælsi og frammgongd mongu árini, bráddliga fáa hegni og dugnaskap, at stýra hesum býðnum næstu fýra árini?
Hvørki Innantóm- lyftir ella høvd, eru vegurin fram
Nú er stundin komin at velja fólk í Klaksvíkar býráð sum ikki bert brúka okkara skattakrónur fyri at vera vald aftur, men fólk sum duga og vilja brúka høvdi, at vita hvar og hvussu skattakrónurnar tæna býnum- tær og mær best. Fyrr enn vit fáa fólk, sum duga at brúka vit og skil og at taka tey tøk sum eru neyðug at lyfta okkum uppaftur á tað støði har Klaksvíkin av røttum hoyrir heima- fyrr enn tá er bert afturgongd og ein reglulig eymýking í væntu.
Er tað hetta tú vil- so vel sum tú plagar.
Jan Asbjørnson Joensen




