Nú løgtingsval er í hondum loyvi eg mær at senda eina heilsan til allar norðingar. Farna valskeið hevur verið baldrut, men gott. Okkurt, ið er gjørt kundi gamaní verið øðrvísi ella betri, men tað skerst ikki burtur, at sera nógv er avrikað til gagns fyri land og fólk.
Nú løgtingsval er í hondum loyvi eg mær at senda eina heilsan til allar norðingar. Farna valskeið hevur verið baldrut, men gott. Okkurt, ið er gjørt kundi gamaní verið øðrvísi ella betri, men tað skerst ikki burtur, at sera nógv er avrikað til gagns fyri land og fólk.
Pláss er ikki her at nevna alt, men niðanfyri er nakað nevnt burtur úr rúgvuni.
Nógv er kortini eftir at gera, og tí er umráðandi, at Sambandsflokkurin sleppur at halda fram við arbeiðinum.
Tað er ein sannroynd, at eina valdømið hevur havt negativa ávirkan á politiska áhugan.
Hetta sæst aftuNorðoyggjum.
Norðoya Sambandsfelag stillar 2 valevni upp:
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, Syðradalur
Svend Sivertsen, arkitektur, Klaksvík.
Vit í felagnum eru sera fegin um, at Bjørn og Svend hava játtað at stilla upp, og heita staðiliga á norðingar um at stuðla teimum á valinum.
Umframt teir báðar eru 27 onnur góð valevni at velja ímillum á Sambandslistanum.
Aftan á 15 ár sum formaður í Norðoya Sambandsfelag er tíðin komin at leggja frá sær, og vil eg takka sambandsfólki og norðingum annars fyri tíðina , sum hevur lærurík, spennandi og til tíðir stuttlig eisini. Eg fari eisini at ynskja nýggja formanninum í Norðoya Sambandsfelag, Magnus Arge, góða eydnu við vón um at norðingar framhaldandi fara at stuðla Sambandsflokkinum. Felagnum.
Fari at enda at ynskja øllum norðingum alt tað besta og eitt gott val fyri økið her norðuri og landið alt.
John William Joensen, fráfarandi formaður
Nøkur avrik:
Seinastu trý valskeiðini hevur Bjørn Kalsø umboðað Sambandsflokkin í landsstýrinum og í Løgtinginum. Hetta hevur hann klára sera væl og er hann eitt gott umboð fyri økið her norðuri og landið alt.
Í farna valskeiði hevur hann verið landsstýrismaður í skúla- og mentamálum, og ta uppgávuna hevur hann eisini klára sera væl og avrikini eru mong og loyvi eg mær at nevna teirra:
· Hóast trongar tíðir er játtanin til Fólkaskúlan, sum er grundarlagið undir okkara skúlaskipan, er hækkað við 17 mió. kr. Førleikastovur eru settar á stovn á skúlunum, h serútbúnir lærarar nú lofta næmingum við serligum avbjóðingum frá skúlabyrjan og í nærumhvørvinum. Førleikastovurnar sum eru á stóru og meðalstóru skúlunum, skulu eisini vera við til at styrkja næmingalagaðu undirvísigina á skúlunum, so allir næmingar, ”fakliga veikir og fakliga sterkir” og allir harímillum fáa røttu avbjóðingarnar. Tímar eru eisini settir, sum tryggja at Førleikastovurnar eisini kunnu veita smærru skúlunum ráðgeving og hjálp. Sálarfrøðingur er eisini settur, sum skal tryggja at bíðitíðin at koma til eygleiðing og sálarfrøðing verður stytt úr 2 -3 árum í 3 – 6 mánaðir.
· Nógv er gjørt fyri at skúlin skal hava røttu amboðini. Tí hava fleiri eftirútbúgvingar av lærarum verið fyriskipaðar. Talan er um eitt nú serlærarar, orðblindalærarar, støddfrøðivegleiðarar og vegleiðaraútbúgving. Lærarar og námsfrøðingar hava eisini fyri fyrstu ferð havt møguleika at uppstiga útbúgvingina á bachelorstig.
· Nýggj teldutala og nýggjur orðabanki eru gjørd. Hetta eru sera týdningarmikil amboð, sum kunnu hjálpa lesi og skriviveikum, serliga um kommunurnar tryggja næmingunum neyðuga útbúnaðin, sum tryggjar at skúlin fær fult gagn av hesum amboðum.
· Orðabøkurnar hjá Sprotanum eru akomiligar á netinum um allan heim ókeypis.
· Peningur er settur av so undirvísingartilfarð kann gerast til talgildu miðlarnar.
· Fleiri tímar eru játtaðir framhaldsdeildini og í lærugreinini alis- og evnafrøðið er ein tími lagdur afturat í frammhaldsdeildini fyri, so betur stundir verða hjá næmingum og lærarum at gera verkligu royndirnar og fyri at styrkja náttúruvísundaligu lærugreinarnar, sum heild.
· Málmennngin hjá børnum hevur stóran namsfrøðingar á skeið og fyri fyrstu ferð hava námsfrøðingar verið á skeiðum á Námi og undirvísingartilfar er eisini gjørt til børn á dagstovni.
· Ongantíð fyrr hava so nógvir næmingar gingið á miðnámsskúla og hægri útbúgvingum í føroyum.
· Stórar útbyggingar verða gjørdar á Tekniska Skúlanum í Klaksvík, í miðnámsskúlanum á Kambsdali og skúladeplinum í Tórshavn.
· Nýggj gymnasial miðnámsskúlaskipan er gjørd, sum m.a. skal tryggja næingum størri valfrælsið at seta saman sína egnu útbúgving. Og nýgg yrkisskúlaskipan er eisini sett í verk.
· Lestrarstuðulin hjá lesandi við børnum er hækkaður við 200 kr um mánaðin fyri barnið
· Nógvar nýggjar og viðkomandi útbúgvingar eru settar á stovn. M.a. er dekkaraútbúgving, sum lýkur øll altjóða krøv til fólk í altjóða sigling sett á stovn á Sjónámi í Klaksvík. Marutimu skúlarnir kunnu á fyrsta sinni útbúgva aspirantar. Útboðið av matvøruútbúgvingum á Tekniska Skúlanum eru fleiri og nú ber m.a. til at taka alla kokkaútbúgvingina í Føroyum, og nýggj útbúgving í tilvirking úr føroyskum tilfeingi, eitt nú ull og fiskaskræðu er stovnsett á tekniska Skúlanum í havn. Nú hevur eisini borið til aftur at taka hægri handlisskúla eftir einumt og FHS eftir tveimum árum, hjá hjá teimum, sum av onkrari orsøk hava havt tað fyri neyðini. Á Fróðskaparsetrinum hevur útboðið av bachelor- og masterútbúgvingum ongantíð verið størri og talið av lesandi er sum sagt methøgt.
· Nýggj gymnasial miðnámsskúlaskipan og nýggj yrkisútbúgvingarskipan eru settar í verk.
· Útbyggingar eru á miðnámsskúlaøkinum á Tekniska Skúlanum í Klaksvík, á miðnámsskúlanum á Kambmbsdali og í skúladeplinum í Marknagili.
· Sálarfrøðingar eru fyri fyrstu ferð nakrantíð settir á miðnámsskúlunum. Hetta eru skipanir sum londin uttanum okkum hava havt í longri tíð.
· Eitt av nýbrotunum í føroyskari skúlasøgu í hesum tíðarskeiði er, at skúlatilboð til næmingar eru sett á stovn á miðnámsskúlunum til ung sum hava serligar avbjóðingar eftir fólkaskúlan. Frammanundan hava so at siga eingi tilboð verið, men í summar byrja gott 30 næmingar á hesum tilboðum í Havn, í Runavík og á Kambsdali. Fleiri av hesum næmingum og teirra foreldur hava fyrr verið noydd at fara av landinum. Men nú er ferð sett á eina tilgongd, sum skal tryggja øllum, ið hava ynski um tað nøktandi heildartilboð, har Mentamálaráðið tekur sær at skúlatilboðum og Almannaráðið skal tryggja at tilboðið eisinin verður ein heild við m.a. frítíðartilboðum og bústaðartilboðum. Longu komandi ár er ætlanin, at tilboð av hesum slag verða boðin út í Klaksvík og Suðuroy eisini.
· Fyrireikingar eru gjørdar at byggja nýggjan Húsarhaldsskúla
Eisini á mentanarøkinum er nógv hent, m.a.:
· Siglandi mentanarsøguligu træskipini verða stuðlað
· Føroyski dansurin er komin á fíggjarlógina við 400.000 kr.
· Játtanin til kirkjugrunnin er hækkað aftur á støði, ið avtalað var, tá kirkjan var yvirtikin.
· Játtanin til ítróttin er hækkað mugnandi
· Øll bløðini eru talgild og liggja á tidarrit.fo
· Farið er undir at talgilda bandasavnið hjá Kringvarpinum, og sendinetið hjá Kringvarpinum er nú talgilt um alt landið.
· Mentanarligum verkætlanum kring landið. Nevnast kunnu hvalastøðin við Áir, húsini hjá Nólsoyar Páll, sum verða endurbygd á Biskupstøð og Kópakonan í Mikladali.
· Nýggj savnslóg er klár at leggja fyri Løgtingið, ið m.a. skal tryggja menningina av bygdasøvnum kring landið.
Afturat øllum hesum hevur okkara umboð virka við til at umbyggingar eru gjørdar á Klaksvíkar sjúkrahúsi fyri 17 mió. kr. Ágangurin á sjúkrahúsið her norðuri er stórur og tí er neyðugt at hava umboð, sum ikki fara at góðtaka at tænasturnar verða niðurlagaðar. Okkara umboð fara at virka fyri at alt heilsuverkið verður ment og at heilsutænasturnar og sjúkrahúsið her norðuri ikki verða gloymd í hesum sambandi. Her verður bæðið hugsað um læknar, sergreinar og fysisku karmarnar, sum skulu betrast mugnandi.
Nógvar vardar íbúðir til fólk við serligum avbjóðingum verða bygdar í Klaksvík og aðrastaðni kring landið, íbúðir til sálarsjúk eru eisini bygdar ferðasambandið til útoyggjarnar er á einum høgum støði og at vegasamband og tunnell eitt nú til Viðareiðis verður bygd.
Avbjóðingar komandi fíra árini
Í komandi skeiðið fara okkara umboð at virka fyri at góða gongdin í búskapinum heldur á, við lágum arbeiðsloysi og yvirskotið á fíggjarlógini, so vit aftur kunnu fara undir at niðurgjalda skuld.
Tað krevur m.a. at fiskivinnan fær tryggar karmar at virka undir, við einum fjølbroyttum flota, har eisini útróðrarflotin og botnfiskaflotin hava møguleika at fóta sær.
Tað er umráðandi at virðisøkingin fer fram í Føroyum, so fiski- og alivinnan eisini frameftir kunnu virka við til, at arbeiði verður til allar hendur, og at virðisøkingin kemur øllum borgarum til góðar.
Tí er neyðugt at fáa í lag betur haldilssáttmálar við ES og onnur viðkomandi lond.
Tað liggur frammalaga at arbeiða fyri at íbúðarmarknaðurin verður meira fjøltáttaður, so ung lesandi, tey ið flyta heim, ungar familjur við børnum og eldri kunnu fáa ein hóskandi bíligan bústað. Sambandsflokkurin hevur eina greiða ætlan um, hvussu hetta kann gerðast í góðum samstarvi millum Bústaðir, komunur og land.
Í lokaløkinum fara vit framhaldandi at virka fyri at neyðugar útbyggingar verða gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at køkur og vaskarí verða nýtýmansgjørd og at játtan til neyðugan rakstur verður hækkað.
Allar yrkis- og miðnámsútbúgvingar verða nú savnaðar á Tekniska Skúlanum. Men neyðugt verður framhaldandi við útbyggingum av verkstøðum og nýtímansgerð av amboðum. Tað er eisini av stórum týdningi at fleiri yrkis- og vinnurættaðar útbúgvingar verða bodnar út á skúlunum her norðuri og at bæði fakligu- og fysisku umstøðurnar eru á hædd við aðrar skúlar.
Vit fara eisini at virka við til at ætlanirnar hjá Húsarhaldsskúlanum um at fara undir at byggja nýggjan størri skúla verða stulaðar av landinum.
Á samferðsluøkinum leggja vit dent á gott bíligt ferðasamband og at avtalurnar um avtøku av gjøldinum í undirsjóvartunnlinum verða hildnar.
Vit fara eisini at arbeiða við umleggingum í skattinum, sum skal koma lág og meðalløntum tilgóða
At pensjonistar, ið einans hava fólkapensjónina at líta á, fáa meir at liva fyri.
Vónandi stuðla tit eitt av okkara valevnum
Vinarliga John W. Joensen
Bjørn Kalsø hevur m.a. virka fyri at væl útbygd Trygdarmiðstøð er í økinum, og at nýggj dekkaraútbúgving er sett á stovn á Sjónámi, ið lýkur ølla altjóða krøv hjá dekkarum í altjóða signing.
Tekniski Skúlin í Klaksvík er útbygdur, so allar miðnáms- og yrkisútbúgvingar í Klaksvík nú vera á sama stað. Útboðið av útbúgvingum er eisini økt, nú fleiri matvøruútbúgvingar verða bodnar út. Eitt nú ber til at taka alla skúlagongdina í sambandi við kokkaútbúgving.
Bjørn Kalsø hevur eisini virkað fyri, at umvælingar og umbyggingar eru gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at vardar íbúðir eru bygdar.




