Eg var við í Býráðnum tá vit fóru úr kreppu til framgongd. Vinnuligt viðrák á fleiri økjum, hevur ført til, at kommunan hevur havt støðuga framgongd tey seinastu árini. Kommunan er í dag eitt stórt arbeiðspláss, og eftir at eldraøki er lagt út, starvast eini 400 fólk hjá kommununi. Inntøkurnar eru omanfyri 230 milliónir krónir. So her eru allar fortreytir til at skapa eina av heimsins bestu kommunum.
Eg var saman við býráðnum frá 2009 til 2012 við til, at leggja gott grundarlag undir framhaldandi menning av kommununi. Tí gleddi tað meg nógv, tá borgarstjórin Jógvan Skorheim ynskti at fáa meg at stilla upp á listanum hjá teimum. Vit høvdu eitt sera gott samstarv í býráðnum frá 2009 til 2012.
Tí vóni eg, at tað verður møguligt hjá mær, at verða við til at mynda gongdina hjá býnum og allari kommununi komandi árini.
Málið er: Heimsinsbestu Kommunu
Eg ynski at finna loysnir á øllum økjum sum kunnu skapa trivna og framburð í okkara kommunu. Málið er einfalt, vit skulu hava eina av heimsins bestu kommunum á flest øllum økjum. Hetta krevur gott samstarv, og útsýn.
Vit fara at byggja nýtt røktarheim, vit fáa rennibreyt, áskoðaraskýlið, mentunarhús og skúlabyggjan er ígongd. Vit mugu fáa bygt fleiri íbúðir til borgarar í vilja liva og virka í okkara kommunu og vit mugu virða tey eldru í hava bygt hetta samfelag og geva teimum virðilig kor, og tí skal akuttlistin til røktarheim fáast burtur beinanvegin. Innan barnaansing arbeiðir kommunan longu nú við at finna eina loysn so tað eru nokk stovnspláss í kommununi.
Viðvíkjandi kommunulæknskipanini er neyðugt at fáa sett í starv kommunulæknar í kunnu virka her í minst 3 ár.
Viðlíkahald av býnum og fríðkan gongur sína gongd og har ynski eg eisini at seta míni fingramerkir. Ídnaðarøkið má gerast á Borðoyarvík, og neyðugt viðlíkahald av bryggjukantinum og bátabrúgvunum má eisini uppraðfestast.
Tá dóttir mín segði við meg “babba eg visti ikki, at tað kundi blíva so hugnaligt í Klaksvík”, tá visti eg, at vit vóru á rættari kós. Hetta var eitt tað besta herðaklapp eg kundi fáa og tað gevur einum áhuga at halda fram við hesum arbeiði til trivna og framburð fyri alla kommununa.
Tit eru vælkomin at ringja til mín á telefon 215924 ella vitja mína heimasíðu: omlassen.com
Vónandi vilja tit stuðla mær, so eg eisini kann vera við til, at menna Klaksvíkar Kommunu komandi 4 árini.
Eg vil ynskja tykkum øllum eitt gott val
Bestu heilsanir
Óli M. Lassen,
Valevni hjá Nýtt Sjálvstýri
Ynskja tit bil á valstaðið ring til mín á telefon 215924




