Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góður dansur í skálanum leyg. 6. desember

John William Joensen

Dragin skipar fyri Dansi í Skálanum har m.a. Marnar Anthoniusen og Heini Ziska Dahl fara at spæla góðan gamlan dansitónleik

Viðhvørt er langt ímillum tiltøkini við dansi fyri tey tilkomnu í Klaksvík, men leygarkvøldið 6. desember skipar Stuðulsfelagið Dragin fyri dansi í Skálanum.

Óivað eru tað nógv fólk, sum skulu til "jólafrokost" eitt slíkt kvøld, – so passar tað gott at fara í dans aftaná.

Tað vera Marnar Anthoniusen og Heini Ziska Dahl, sum fara at spæla góðan, gamlan dansitónleik, soleiðis sum vit kenna teir m.a. frá Føroya Sjómannadegi.

Dansurin byrjar kl. 23 og fyrireikararnir vóna, at nógv fólk kemur fyri at fáa sær ein góðan swing-om.