VÍF vitjaði í Klaksvíkar Badmintonhøll í kvøld.
VÍF byrjaði nógv betri og hevði trygga leiðslu nakað inn í seinna hálvleik. Hálvleiksstøðan var 15-9 til VÍF. Tá knappir 20 minuttir vóru eftir var VÍF frammanfyri við sjey málum, men so fór endaspurturin hjá Team Klaksvík í gongd og hesin hevur mangan roynst væl hetta kappingarárið. Tað gjørdi hann eisini hesaferð, men ikki nokk til at fáa stig. Team Klaksvík kom tvær ferðir uppá javnt, men VÍF avgjørdi í síðsta álopinum og vann 28-27. Gott avrik frá heimaliðnum síðstu 20 minuttirnar, men fyrstu 40 minuttirnir blivu dýrir.
Málini hjá Team Klaksvík skoraðu Vuk Stevanovic (12), Valentino Valentakovic (7), Hans Arni B. Thomsen (2), Kjartan á Gravarbo (2), Tummas Simonsen, Vilhelm Vilhelmsen, Sámal á Tjaldrafløtti og Jens Pauli Mohr.


