Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góður fiskiskapur hjá útróðarbátunum

Jákup Ósá

Dagurin í dag roynist eisini væl hjá útróðrarbátunum. 

Hóast vit bara eru í 9. januar, so hevur januar mánaði roynst væl hjá útróðrarbátunum. Eisini hóast illveður hevur argað onkrar dagar. Í síðstu viku fingu bátarnir fleiri heilt góðar túrar og hendan vikan byrjar eisini væl.
Líðhamar, Norðsøki og Bragd hava allir mett veiðuna til áleið 10.000 pund í dag. Tó avreiða summir seinnapartin, so tølini skulu takast við eitt sindur av fyrivarni.