Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góður fundur í Keypmannahavn

Tinganes

Seinnapartin hevur verið fundur millum løgmann og danska forsætisráðharran í Keypmannahavn. Á fundinum viðgjørdu stjórnarleiðararnir millum annað silda- og makrelmálið, arktiska samstarvið, marknaðforðingar og SIFI bankar.

Seinnapartin hevur verið fundur millum løgmann og danska forsætisráðharran í Keypmannahavn. Á fundinum viðgjørdu stjórnarleiðararnir millum annað silda- og makrelmálið, arktiska samstarvið, marknaðforðingar og SIFI bankar. 


– Vit høvdu ein góðan og uppbyggjandi fund. Løgmaður og eg umrøddu samstarvið í ríkisfelagsskapinum í fleiri felags málum. Danmark og Føroyar hava sterk bond, sum eisini fara at eyðkenna samstarvið í ríkisfelagsskapinum komandi árini, sigur Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri. 

Løgmaður greiddi forsætisráðharranum frá, at møguleikin fyri at finna eina semju í silda- og makrelmálinum tykist í løtuni vera størri enn áður. 
Bæði løgmaður og forsætisráðharrin vóna, at tað ikki gongur rúm tíð, áðrenn ein semja fæst í málinum. 

-Fundurin við forsætisráðharran var eitt kærkomið høvi at taka aftur í málini á ríkisfundinum í fjør. Tað er eisini av stórum týdningi, at vit hava eitt gott samskifti við forsætisráðharran, nú Føroyar eru partur av fleiri týðandi uttanríkispolitiskum málum. Fundurin í dag styrkir mína fatan um, at okkara samstarv hevur stóran týdning, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
Harleywoodpaint