(Dystarfrásøgn) Hóast vit sóu eitt KÍ lið, sum legði óvanliga nógv fyri á degnum, so gjørdist alt við tað gamla: EB/Streymur kom í finaluna.
Tað bleiv ein sera spennandi hálvfinala við Margáir mikukvøldið. EB/Streymur var favorittur, men ikki størri enn so, at KÍ á einum góðum degi kundi spæla við.
KÍ liðið stríddist
KÍ byrjaði væl og leikararnir tóktust sera uppsettir. M.a. sóu vit ein vælupplagdan Hjalgrím Elttør á vinstra vongi, meðan verjan hevði gott tak á støðuni. EB/Streymur lá í sínum eyðkenda stíli og bíðaði eftir mótstøðuliðinum fyri síðani at spæla uppá síni lívsvandamiklu snarálop.
Var KÍ liðið fult av orku og vilja, so knípti tað at spæla seg til stórar mál møguleikar. Lættir bóltar blivu eisini mistir javnan, men EB/Streymur hevði eisini sínar trupulleikar. Men burturúr næstan ongum, so lá bólturin í KÍ málinum. Innlegg frá Gert Hansen bleiv skallað víðari, har Arnbjørn Hansen bleiv leysur og hann er avgjørdur og hann skoraði til 1-0. Og í síðsta minuttinum áðrenn hálvleik økti EB/Streymur eftir hornaspark. Dánjal Davidsen var hægstur og so stóð 2-0.
EB/Streymur bleiv trýst í botn
Tey, sum væntaðu at hetta fekk KÍ at fella í fátt, fóru skeiv. KÍ byrjaði sum fráleið at seta seg á dystin og eftir hornaspark í 60.minutti frá Hjalgrím Elttør var Sørmundur Kalsø hægstur og so var spenningur í aftur. At KÍ skorar uppá hornaspark er ikki gerandiskostur, so hetta var kanska tekin um okkurt óvæntað. KÍ sett seg nú tungt á dystin, men framvegis var talan ikki um vakurt spæl, men heldur kom trýstið av góðum hugburði og innsatsi frá leikarunum. Serliga hevði sentrali miðvøllurin hjá KÍ tað trupult í smáspælinum hendan dystin. Tá væl eydnaðu útskiftingarnar komu seint í dystinum bleiv EB/Streymur trýst í botn. Kristoffur Jakobsen kom inn í 74.minutti og munaði væl, meðan Gunnar Christiansen og Oddmar Marsten komu inn í 83.minutti. Sum fráleið bleiv spælt nógv við longum sendingum og tá leikararnir vóru so mikið grammir, sum teir vóru hendan dystin, so spurdust ofta vandastøður burturúr leysu bóltunum. KÍ hevði nógvar royndir úr góðum støðum, men skotini vóru ikki nóg neyv. EB/Streymur kontraði, tá KÍ lat upp og einu ferðina fingu teir brotsspark, sum Meinhardt Joensen bjargaði. Men einki mál kom afturat og tí var stór frøði á heimaliðinum og teirra áskoðarum, ið enn einaferð komu í eina steypafinalu.
Málini telja
Spurningurin er um útskiftingarnar, har satsað bleiv, ikki komu heldur seint. Kanska serliga tær báðir seinnu(Gunnar og Oddmar), sum eru góðir til álopsfótbólt. Sørmundur Kalsø bleiv fluttur fram og hann var undangongumaður í at stríðast og kempa hendan dystin. Fult uppiborið bleiv hann eisini valdur til dagsins leikara hjá Bláu Bylgjuni eftir dystin. Sæð yvir allar 180 minuttirnar í báðum hálvfinalunum, so átti KÍ útfrá spæli og møguleikum at staðið eftir sum vinnari. Men málini telja í fótbólti og EB/Streymur hevur mangan víst, at teir skulu hava færri mál møguleikar enn onnur lið fyri at vinna dystir. Harumframt hava teir royndir og vinnarmentalitet ið røkkur langt í slíkum støðum.




