Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góðveðrið í Danmark heldur fram

Danial Viðoy

Tað er ikki bert í Føroyum at veðrið er gott fyri tíðina. Í Danmark eru tey ikki sloppin av við hitabylgjuna enn. Í dag fer hitin aftur at koma upp í móti teimum tretivu hitastigunum. Í Føroyum var tað besta mált til 20 hitastig á gjár.

Men hitabylgjan og turra veðrið í Danmark fer skjótt at fáa ein enda. Seinni í dag fara skýggj at trína fram sunnarlaga í Danmark og út á kvøldið fer at luftin at gerast eitt sindur meira slavin.

Tað hevur mestsum verið ónatúrliga heitt í Danmark í skjótt eina viku, har hitastigini hava ligið upp í móti 30 og meira enn 30 hitastig. Tað er ikki so ofta, at slíkt veður heldur sær so leingi í Danmark.

Veðrið fer at versna eitt sindur komandi dagarnar, altso í Danmark, men ikki nakað merkisvert. Hitin fer at falla eini fimm hitastig og sólin fer at verða ávirka av skýggjum.