Tað hevur verið av allarfagrasta vetrarveðri í Norðoyggjum í morgun, og man hetta vera kærkomið eftir illveðrið seinastu tíðina.
Vit vóru ein túr við myndatóli okkara ímorgun. Seinastu tíðina hevur ikki verið so lætt at fingið myndir, tí afturat tí at veðrið hevur verið vánaligt, so er hetta myrkasta tíðin á árinum, og her millum fjøllini blívur næstan náttarmyrkur um dagin, tá grovu ælini ganga.
Men í morgun var vakurt, sólin sendið geiðslar sínar inn millum fjøllini og Kunoyarnes (Okkara Fuji Yama, sum Robert Joensen plagdi at taka til) og hinir tindarnir vórðu kavaklæddir.




