Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góðveður og skýggj

Hanus Kjølbro, Sjónám

Nógv gongur fyriseg í lufthavinum oman fyri okkum. Nógvur luftflutningur er, heit luft kølnar,køld luft ornar o.s.fr.

Tekini síggjastverri enn so altíð her í Føroyum, tí ofta er bert ein tjúkk, grá dýna avskýggjum hangandi oman fyri fjøllini ella heilt niður ímóti vatnskorpuni.Eisini fjøllini forða útsýninum.

Tá ið veðrið erklárt og gott, sum tað hevur verið í fýra vikur, ber betur til at fylgja við.Fríggjadagin 3. juni vórðu 8 myndir tiknar av vestaru bryggju og suðureftir.Óli á Gravarbø tók myndir av einum skýggi, sum vaks og minkaði, soleiðis sumvindviðurskiftini broyttust. 3 minuttir eru ímillum fyrstu og seinastu myndina.

Hvussu veðrið varhendan dagin, stendur á heimasíðuni hjá Landsverki. Har síggjast hagtøl umveðrið frá 27 veðurstøðum kring landið aftur til 2010. 

Fríggjadagin áNorðoyastevnu kom vindurin úr ymsum ættum. Veðurstøðin á Gerðabøi sigur fráútnyrðingi og norði fram ímóti middegi. Eftir tað bleiv tað eystan oglandnyrðingur í eina løtu – og tað er tá, myndirnar eru tiknar.

Lítla luftrákið ferhesa løtuna úr Gravardali ímóti Háfjalli. Hitin í luftini er 15 stig, oglutfalsliga vætuinnihaldið umleið 30%. Ávegis vestureftir verður luftin forðaðav fjøllunum, og má tí uppum. Meðan luftin fer uppeftir, kølnar hon, oglutfalsliga vætuinnihaldið veksur. So leingi lutfalsliga vætuinnihaldið erminni enn 100%, sæst als einki til hetta á luftini.

Háfjall er hægstapunkt í fjallarøðini, og luftin, sum fer upp um Háfjall, gerst kaldari ennluftin, sum fer upp um t.d. Brúnaskarð, og lutfalsliga vætuinnihaldið erstørri. Sum myndirnar vísa, so er luftin mettað einar 2-300 metrar oman fyri Háfjall– t.e., at lutfalsiga vætuinnihaldið er 100%. Yvir hinum fjøllunum er einkiskýggj – eingin metting.

Úrslitið er eitt vakurtlinsuskýggj (cumulus lenticularis). Skýggið er til, so leingiluftin kemur niðan eftir fjallinum. Vindferðin hevur verið ójøvn hesa løtuna,myndirnar eru tiknar. Skýggið er stórt og væl defininerað á fyrstu myndini.Lítla løtu seinni er tað minkað.

Soleiðis sæstveðrið í eina lítla løtu, um ein gáar eftir.