Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Golfvøllurin á Glyvursnesi kostar landskassanum 5-10 mió. Kr.

John William Joensen

Fyri løtu síðan samtykti løgtingið eina lógarbroyting sum gevur landsstýrismanninum heimild at taka partar av ella alla festijørð aftur, tá ið hon skal brúkast til almenngagnlig endamál. Talan er um øki á Glyvursnesi sum Tórshavnar Kommuna skal byggja ein golfvøll á.

Undir viðgerini í Vinnunevndini kom fram at í samband við at landi skal taka økið frá festibóndanum verður landi noytt at endurrinda bóndanum einar 5 til 10 mió. kr. fyri bygningar o.a. sum er á økinum.

Ting.fo skrivar at meirlutin tekur undir við uppskotinum, men tað ger minnilutin ikki. Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, mælir vegna minnilutanfrá at samtykkja málið. Hon vísir á, at hetta ger seg inn á grundleggjandi rættindi hjá festarum í Føroyum.

– Vit vilja fegin hava, at ein golfvøllur verður gjørdur í Føroyum, men vit kunnu tíverri ikki taka undir við hesum uppskotinum, segði Bjørt Samuelsen.

Málið, sum fer at gera tað møguligt at byggja golfvøll á Glyvursnesi, var samtykt við 2. viðgerð við 19 fyri og 10 ímóti.

sí virðismetingar av bygningum her