Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gomlu býlingarnir heim í rundkoyringina

John William Joensen

Hugskotið hjá Heðin Ferja Heldarskarð um eina standmynd í rundkoyringini í Vági við gróti úr fýra av elstu býlingunum í Klaksvík, verður nú veruleiki

Tað er Heðin Ferja Heldsarskarð, sum eigur hugskotið og hann hevur seinstu tíðina leita upp fýra steinar úr hvør sínum hagaparti.

– Steinarnir koma úr Vágshaga, Uppsølum, Gerðum og av Myrkjanoyri. Við góðari hjálp frá tyrlumanningini hjá Atlantic Airways, hava vit fingið hendur á steinunum og nú verða teir so settir á grundarsteinarnar.
– Ætlanin er at hava eina skál við rennandi vatni í miðjuni og verður standmyndin vantandi liðug áðrenn Summarfestivalin.