Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gomlu Stengurnar knústar

Jákup Andreasen

Myndin minnir ikki sørt um tað, sum vit síggja frá krígsraktum londum, men hetta er partur av gomlu bygningunum av Stongunum í Klaksvík, sum mugu lúta fyri økum fyritaksemi. Fyri okkum smádreingir, sum vuksu upp har um leiðir fyrst í trýssunum, er hetta ein sorgarmynd, tí har vóru vit meginpartin av tíðini, tá vit høvdu frí frá skúla. Her fiskaðu vit seiðamurtur við brúgvarnar, og her lærdu vit at egna, tá vit vóru so frægir og tjentu nakrar krónur.

Á Stongunum var eitt íðandi lív av fólki, tað fyrsta eg minnast, tí har arbeiddu ein hópur av fólki. Har var handil og málingahandil, fiskaarbeiði, hermetikkvirkið, heilsøla, egning hjá útróðrarbátum, bensinsøla og frystigoymslur. Og mitt í øllum meldrinum fergaði “Selurin” fólk aftur og fram um vánna, sum arbeiddu á Stongunum ella sum høvdu ørindi á t.d. posthúsinum, sum tá á vestara armi. Við tær sunnastu brúgvarnar lógu strandfaraskipini Pride, Másin, Barsskor og Polaris, sum fluttu ferðafólk millum oyggjarnar.

Við Stengarbrúgvarnar lá ein rúgva av útróðrarbátum, sum avreiddu fiskin á Stongunum, og sum var vigaður í tí lítla vektarhúsinum beint niðanfyri norðara enda á handlinum. Har vóru fleiri túsund tons av ráfiski vigað gjøgnum árini. Útróðrarbátarnir loystu ofta frá landi móti kvøldi, og eg kendi ljóðið frá motorunum hjá øllum bátunum. Tá eg var farin til songar, kundi eg liggja og lurta eftir, hvør bátur hevði loyst, tá teir settu meira ferð á motorin longur úti á vánni.

Stengurnar vóru ikki bara arbeiðspláss hjá nógvum fólkum, men eisini eitt savningarstað hjá nógvum øðrum, sum komu at práta við onkran, tey hittu. Nógv fregnaðust eisini eftir, hvat útróðrarbátarnir høvdu fingið, meðan onur bara skuldu keypa sær bensin til maskinbátin ella til bilin. Hetta økið var av sonnum ein mentanarmiðdepil í Klaksvík, og har andaði alt av lívi.

Miðskeiðis í sekstiárunum hendu stórar broytingar á Stongunum. Tá lat handilin aftur, hermetikkvirkið gavst, og alt fiskaarbeiði flutti norður á Kósini. Tó vóru framvegis nógvir útróðrarbátar eftir á Stongunum, sum útróðrarmenninir keyptu frá Kjølbro fyritøkuni við lagaligum treytum. Nógvir av bátunum høvdu fastar egnarar uppi á landi, sum ofta høvdu smádreingir og serliga eldri menn at hjálpa sær.

Aftanfyri á myndini stendur mars 1987.