Tann nú 39 ára gamli John William Joensen, sum í mong ár var millum fremstu málmenn hjá KÍ, er farin aftur í málmanshandskarnar, nú tað skortar upp á royndar málmenn.
Leygardagin kl. 16:00 spæla 1. deildarliðini hjá KÍ og NSÍ ein dyst á Injector Arena í Klaksvík, sum í ávísan mun má metast at vera ein botnuppgerð, tí KÍ liggur næstniðast við 14 stigum, meðan NSÍ er fjórðniðast við 20 stigum.
Støðan í 1. deild er í løtuni henda (smb. www.fsf.fo):
01) 07 Vestur 21 dystir 50 stig
02) AB 21 dystir 49 stig
03) VB/Sumba 20 dystir 47 stig
04) TB 21 dystir 39 stig
05) Víkingur 21 dystir 27 stig
06) HB 20 dystir 21 stig
07) NSÍ 21 dystir 20 stig
08) B68 21 dystir 18 stig
09) KÍ 19 dystir 14 stig
10) EB/Str. 21 dystir 10 stig
Tað er tí serliga umráðandi fyri KÍ at fáa nakað burtur úr hesum dystinum.
Orsøkin til, at John William aftur er at síggja millum málstengurnar hjá næst besta mansliðnum hjá KÍ, er uttan iva, at tað í løtuni er fráfall av málmonnum vegna skaðar og útbúgving. Eisini Rói Egholm, sum ikki hevur spælt í nøkur ár hevur verið til venjing í vikuni.
John William var í nógv ár millum fremstu málmenn í KÍ. Eitt nú var hann partur av liðnum, sum í 1991 vann føroyameistaraheitið við Peturi Mohr sum venjara.
Dysturin ímóti NSÍ er kl. 16:00 leygardagin.




