Haraldssund er gomul kyndilsmessubygd, og í øldir hava fólk í Norðoyggjumleitað til Haraldssundar á Kyndilsmessu. Eina tíð fall hesin siður burtur,men í 2007 var hesin siðurin tikin upp aftur. Tað var Felagið Skarðsbygd ogBygdarfelagið Ljósið, ið skipaðu fyri hesum dansinum. Dansurin var sera væl móttikin,og fleiri dansifeløg hava nú sett kyndilsmessudansin í Haraldssundi á sína vetrarskrá.
Tó hevur tað ikki altíð gingið so væl, bæði í 2014 og 2015 mátti dansurinavlýsast, tí veðrið var ov ringt. Veðurforsøgnin sær betur út í ár, og vónandifer dansurin at eydnast væl. Í ár verður dansurin í bygdarhúsinum íHaraldssundi fríggjakvøldið tann 29. januar kl.22.00. Tað er BygdarfelagiðLjósið, ið skipar fyri.
Fyrireikararnir eruglaðir fyri, at tað hevur eydnast at endurreisa hesa gomlu siðmentan í bygdini.
Bygdarfelagið Ljósið




