Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gongd í tvíkiljum hjá KJ

Tíðindaskriv

Tann 6. Oktobur 2016 handaði KJ eina tvíkilju til Luna í Sørvági. Snotuliga tvíkiljan er nýbygningur nr. 43 hjá KJ og er hon eisini tann størsta tvíkiljan, sum er bygd hjá KJ. Tvíkiljan er 15,5m long og 7,0m breið, hevur ein Palfinger PK40002 krana, Volvo Penta D9 motorar og IVECO hjálpimotor.

Í síðstu viku komu tveir nýggjir skrokkar til landi. Skrokkarnir eru 13m langir og 6m breiðir. Báðar tvíkiljurnar skulu handast Luna í Sørvági fyrst í komandi árið.

Leygardagin varð nýbygningur nr.44 sjósettur av nýggja Grove krananum hjá Articon. Hendan tvíkiljan verður handa til Marine Harvest í næstum. Tvíkiljan er 15,5m long og 7,0m breið, hevur ein Palfinger PK40002 krana, IVECO Cursor motorar og IVECO hjálpimotor.

Klárt er eisini at skera stáli til skrokkin á tvíkilju sum skal veitast Íslendsum alifelagi,. Hetta verður nýbygningur nr. 47 hjá KJ. Tvíkiljan verður 14m long og 7m breið, og verður handa á várið 2017.