Beint undan kreppuni arbeiddu privatir við at byggja íbúðir har fjósi hjá Kjølbro stendir, men hóast ætlanirnar vóru komnar rættiliga langt bleiv hetta til einkis tá búskaparkreppan kom í 2008. Fyrr í ár keypti kommunan so ognina fyri 1,6 mió. kr. og nú verður byrjað at byggja bústaðir til fólk við skerdum førleika.
Beint undan kreppuni arbeiddu privatir við at byggja íbúðir har fjósi hjá Kjølbro stendir, men hóast ætlanirnar vóru komnar rættiliga langt bleiv hetta til einkis tá búskaparkreppan kom í 2008. Fyrr í ár keypti kommunan so ognina fyri 1,6 mió. kr. og nú verður byrjað at byggja bústaðir til fólk við skerdum førleika.
Sum úrslit av sera góðum samstarvi millum Almannamálaráðið, Klaksvíkar Kommunu og Bústaðir, verða átta íbúðir í næstum bygdar sum búfelagsskapur við Heygaveg og Kráargøtu mitt í býnum í Klaksvík.
Týsdagin 1. apríl 2014, var Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, á vitjan í Klaksvík, har hon saman við Jógvani Skorheim, borgarstjóra, vitjaði á grundstykkinum, har ein íbúðabygging í næstum fer fram.
Talan er um átta íbúðir á umleið 50 fermetrar við kamari, stovu, køki og vesi, sum Bústaðir fer at byggja í samstarvi við Almannamálaráðið og Klaksvíkar Kommunu.
Stórur tørvur á fjølbroyttari bústaðamøguleikum
Annika Olsen, landsstýriskvinna, staðfesti, at tørvurin á íbúðum av hesum slagi er sera stórur.
– Eg fegnist um, at hesir bústaðir verða bygdir í Klaksvík, og at tað er eydnast okkum í góðum samstarvi við bæði Klaksvíkar Kommunu og Bústaðir at fáa hesa verkætlan gjørda til veruleika.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at bústaðaverkætlanin við Heygavegin og Kráargøtu er fult í tráð við tær ætlanir, sum býráðið hevur sett sær fyri at fremja.
– Eitt av stevnumiðunum, sum vit í býráðnum raðfesta ógvuliga høgt, er at skapa karmarnar og arbeiða fyri at fremja eina fjølbroytta bústaðabygging í kommununi, har málið er, at allir samfelagsbólkar fáa møguleika til at seta føtur undir egið borð.
Byggingin verður framd í heyst
Klaksvíkar Kommuna hevur útvegað lendið til byggingina, sum liggur sera væl mitt í býnum í Klaksvík í stuttari frástøðu frá teimum møguleikum, sum býurin bjóðar.
Almannamálaráðið varðar av verkætlanini og hevur heitt á Bústaðir um at fremja og veita fígging til byggingina, sum er mett at kosta umleið 5 mió. kr. umframt lendispartin.
Bústaðirnir verða bygdir omanfyri fjósið hjá Kjølbro sum verður standandi.




