Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gongur framá á Skúlavegi

Dávur Winther

Nú kann koyrast niðan eftir Prestvegi frá Skúlavegi. Tey fyrstu rørini til sjóhitaskipanina eru skoytt upp í hini rørini, sum eru løgd frá sjónum og yvir um Biskupsstøðgøtu.

Nú kann koyrast niðan eftir Prestvegi frá Skúlavegi. Tey fyrstu rørini til sjóhitaskipanina eru skoytt upp í hini rørini, sum eru løgd frá sjónum og yvir um Biskupsstøðgøtu.

Sum liður í stóru spillvatnsætlanini hjá Klaksvíkar kommunu, ið varar fleiri ár, er Skúlavegur nú grivin upp. Men samstundis verða leiðingar til sjóhitaskipanina lagdar niður – ein spennandi verkætlan til fleiri almennar stovnar.

Hvørt rør til sjóhitaskipanina er 12 m langt og hevur eitt tvørmát á 40 cm. Veggurin á PE-rørunum, sum tey verða kallað, er 1,5 cm tjúkkur. Eisini verður høvuðs kloakkleiðing løgd, sum hevur eitt tvørmát á 25 cm og vatnleiðing við 11 cm í tvørmáti.

Sjóhitaskipanin verður skoytt við serligum muffum, har el verður sett til umvegis eitt serligt tól, sum samstundis brennur ella sveisar rørini saman.

Tá ið øll rørini eru løgd niðan til skúlan, verða samlingarnar trýstroyndar, áðrenn vegurin verður tyrvdur og lagdur aftur.

Málið er nú at gera leiðingarnar fram við skúlanum lidnar í summarfrítíðini. Her skal samstundis gerast ein íbindingarstøð undir jørð, sum skal veita skúlunum neyðugu framtíðar hitaskipanina umvegis sjóhita.

Norðhús vann hesa entreprisu frá Biskupsstøðgøtu og heilt niðan til svimjihøllina við kr. 3,3 mill, sum upprunaliga skuldi taka seks mánaðir. Tó at byrjanin er seinkað nakað, verður miðað ímóti, at arbeiðið verður liðugt til ásettu tíð.

Í fyrstu syftu er ætlanin at knýta skúlan, svimjihøllina og ítróttarhallirnar upp í skipanina. Eisini verða bókasavnið og íbúðirnar á Biskupstorgi knýttar uppí, tá ið tann byggingin er liðug.

Sjóhitaskipanin øll kostar um 7 mill. at leggja, og verður tað spennandi at royna hesa skipanina, sum sambært útrokningum hevur ikki so lítlar sparingar við sær.