“Tað hevur víst seg at vera eitt sindur trupult at fáa fatur á harutølunum fyri í 2016.” Tað sigur lívfrøðingurin, Eyðfinn Magnussen, sum seinastu árini hevur gjørt kanningar av harustovninum í Føroyum.
“Tað hevur víst seg at vera eitt sindur trupult at fáa fatur á harutølunum fyri í 2016.” Tað sigur lívfrøðingurin, Eyðfinn Magnussen, sum seinastu árini hevur gjørt kanningar av harustovninum í Føroyum.
“Higartil eru bara skrásettar 2.753 harur fyri 2016, sum eru skotnar á 401 túrum kring landið. Hetta er bert 63% av túratalinum í 2014, tá 4.012 harur vórðu skrásettar at vera skotna á 636 túrum, og einans ein triðingur av túratalinum í 2015,” sigur hann.
Mangla nógv tøl úr Norðoyggjum
Eyðfinn sigur, at á Viðoynni eru higartil bara skrásettir 14 túrar úr 7 av teimum 16 hagunum, sum eru í oynni. Á Borðoynni eru skrásettir 14 túrar í 13 av teimum 26 hagunum, á Kunoynni eru skrásettir fýra túrar í tveimum av teimum 10 hagunum, og í Kalsoynni eru skrásettir 10 túrar í seks høgum, so har mangla framvegis úrslit frá 16 høgum.
Frægast stendur til í Fugloy og Svínoy. Í Fugloynni eru skrásettir 6 túrar úr 3 høgum, og í Svínoy 10 túrar úr 6 høgum.
Áheitan
“Eg fari at heita á harumenn í Norðoyggjum, um at skráseta túrarnar, so at vit eisini fáa eitt rímiliga fullfíggjað úrslit fyri Norðoyggjar,” sigur Eyðfinn Magnussen.
Til ber at skráseta úrslitini til mánadagin 23. januar. Tá fer Eyðfinn at skriva frágreiðingina “Haruveiðan í Føroyum í 2016”.




