Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gongur javnt á millum KÍ-HB í Klaksvík

Jákup Ósá

Liðini hava spælt 8 dystir móti hvørjum øðrum í Klaksvík síðani kappingarbyrjan 2018.

Í 2018 fekk HB eina ‘’nýggja’’ byrjan eftir nøkur torfør ár og hevur myndað toppin í føroyskum fótbólti síðani við fýra steypum av seks møguligum. Síðani tá hava KÍ og HB, sum møtast í toppdysti mikukvøldið, møtt hvørjum øðrum átta ferðir í Klaksvík í lands- og steypakapping.

Tað hevur gingið javnt á, tí vinnur KÍ mikukvøldið, so stendur púra javnt millum liðini. Hinvegin kann ein HB-sigur staðfesta, at HB stendur seg væl í Klaksvík. Taka vit bara teir síðstu fýra dystirnar, so hevur KÍ ongan tapt, um vit telja steypadystin í fjør sum javnleik.

 

Teir átta dystirnir í Klaksvík síðstu árini hava verið hesir:

2018: KÍ-HB 0-1

2018: KÍ-HB 1-2

2019: KÍ-HB 0-0

2019: KÍ-HB 0-1 (løgmanssteypið)

2019: KÍ-HB 3-1

2020: KÍ-HB 1-1 (løgmanssteypið)

2020: KÍ-HB 2-1

2020: KÍ-HB 1-1

 

Dystir: 8

KÍ vunnið: 2

Javnleikur: 3

HB vunnið: 3