Um vikuskiftið tapti Motherwell 4-0 á heimavølli móti Dundee United.
Gunnar Nielsen hevur vart málið hjá Motherwell í bestu skotsku deildini 5 teir seinastu dystirnar. Í landskappingini hava úrslitini verið hesi:
Motherwell-Heart of Midlothian 2-1
St. Johnstone-Motherwell 2-0
Motherwell-Aberdeen 0-2 (Liga cup)
Motherwell-Hibernian 1-0
Motherwell-Dundee United 0-4
Motherwell liggur á einum 4. plássi í skotsku deildini við 22 stigum fyri 13 dystir. Men stutt er hvønn vegin, tí einans 3 stig eru upp á 2. pláss, meðan 2 stig eru niður á 6. pláss.
Niðanfyri síggja vit brot frá SPL youtube rásini úr teimum báðum seinastu dystunum hjá Gunnar ímóti Hibernian og Dundee. Har hevur Gunnar fleiri góðar bjargingar.




