Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gongur móti ljósari tíðum

Dávur Winther

So vóru Torradagarnir í Klaksvík aftur á skrá – øll vikan er sett av til hetta áhugaveda tiltakið, sum nógv fólk vanliga taka til sín.

Torri stavar frá tí gomlu tíðarrokningini, har hetta var navnið á mánaði, sum byrjaði fyrstu tendring eftir jól og vardi fram til næstu tendring.

Einaferð við byrjanina av Torradøgunum, greiddi Jóan Hendrik Winther Poulsen á Bókasavninum frá ymsum  um Torra, har hann m.a. kom inn á, at mánaðirnir vórðu kallaðir jóla, torri, góa, einmánaði o. s. fr. Torri kann eisini verða sett í samband við tvørra, við merkingini “minka“. Her verður hugsað um, at mánin er í minking (horva – hvørvandi sól), ella at veturin er farin at halla. Tað gongur móti ljósari tíðum, segði Jóan Hendrik Winther Poulsen.

Útróðrarmenn tosa um Torratíð og Torraleiðir og annars um Torrafisk í hesum døgum – Tí fiskurin kemur longur inn á grunnin at gýta. Hesa tíðina er fiskurin væl fyri og hevur rogn.

Hetta er alt gott, serliga nú tað gongur móti ljósari tíðum. Dagurin er nú longdur fýra tímar og 9 min. – hetta síðani stytsta dag.