Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gongur strúkandi hjá Klaksvíkar Fimleikafelag

Jóhann Lutzen

Kjartan á Gravarbø, formaður í Klaksvíkar Fimleikafelag fegnast í hesum døgum, tí ungu íðkararnir vinna fleiri og fleiri heiðursmerkir til felagið

Kjartan á Gravarbø, formaður í Klaksvíkar Fimleikafelag fegnast í hesum døgum, tí ungu íðkararnir vinna fleiri og fleiri heiðursmerkir til felagið. 

Fyri 14 døgum síðan var kapping í Bylgjuni í Runavík og tá gjørdist talan um eitt silvurheiðursmerki og trý bronsuheiðursmerkir. 

Í gjár var fimleikakapping í Fimi í Tórshavn og talan gjørdist um eitt ordans hál – tvey gullheiðursmerkir, tvey silvurheiðursmerkir og tvey bronsuheiðursmerkir.  

Norðlýsið ynskir øllum vinnarunum hjartaliga til lukku við flottu úrslitunum. 

Myndirnar eigur Klaksvíkar Fimleikafelag. 

Harleywoodpaint