Harleywoodpaint
Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gongur væl á Kósini

John D. Olsen

Hósdagin í næstseinastu viku vóru 42 tons av upsa skorin á Kósini.

Av Kósini frætta vit at arbeiðið gongur væl. Rávøru tilgongdin er á eini góðari leið og eru 140 fólk dagliga til arbeiðis á virkinum. Umleið 80 fólk eru í upsanum og 30 í saltfiskinum. Harafturat eru eini 15 í rávøruni, ið tekur ímóti og skilur fiskin, áðrenn hann fer inná sjálvt flakavirkið.

Fyri tað mesta er tað upsi, ið verður virkaður á virkinum. Størsta nøgdin verður skorin og fryst til tann evropeiska marknaðin. Harafturat verður nakað av longu, brosmu og toski saltað.

Arbeitt verður í tveimum vaktum hvønn dag. Dagligi leiðarin á Kósavirkinum, Fríðin Ziskason, sigur, at arbeiðið á virkinum gongur væl.
– Í seinastu viku, tá skóru vit yvir 40 tons av upsa tann eina dagin. Hetta er rættiliga fitt av fiski og má eg siga, at eg eri vælnøgdur við innsatsin hjá arbeiðsfólkunum. Annars plaga vit at skera umleið góð 30 tons um dagin.

Tað hevur ljóðað at virkið hevur manglað arbeiðskraft, serliga hevur tað verið reinskerarar, sum tørvur hevur verið á, men nú tykist tað sum um, at hesin tørvurin í tí stóra heila er nøktaður.
-Vit mangla ikki arbeiðskraft, men tað er altíð tørvur á góðum reinskerarum. Í seinastuni hava vit fingið góða hjálp frá skúlaungdómi um kvøldarnar. Hetta hevur gjørt, at tað ber til at arbeiða í skiftum, sigur Fríðin Ziskason.