Steðga verður fyri móttøku av keypsordrum til partabrøv í Føroya Banka á keypsupphæddir upp til og á kr. 2.000.000
Vegna ovurstórum áhuga fyri partabrøvum í Føroya Banka, er tað í dag kl. 16.00 føroyska tíð avgjørt at enda móttøkuna av keypsordrum upp til og á kr. 2.000.000.
Endin av hesum partinum av útboðnum verður gjørdur vísandi til tilskilan um hetta í prospektinum og vísandi til børsfráboðan bankans 4. juni 2007 um sama, har tað framgongur at tað í fyrsta lagi kann latast aftur fyri keypsordrum upp til og á kr. 2.000.000 tann 13. juni 2007.
Útboðstíðarskeiðið fyri størri keypsordrar heldur sum ætlað fram til og við 19. juni 2007. Upplýsingar um endaligan sølukurs og tillutan av partabrøvum verður væntandi almannakunngjørdar í seinasta lagi 20. juni 2007, og handil við partabrøvum bankans á íslendska børsinum (ICEX) og danska børsinum (CSE) er ætlað at fara í gongd umleið 21. juni 2007.
Børsprospektið kann takast niður frá heimasíðuni hjá Føroya Banka www.foroya.fo ella frá heimasíðunum hjá hinum bankunum, ið selja partabrøv, www.handelsbanken.dk og www.landsbanki.is.
Um Føroya Banka
Føroya Banki er ein leiðandi banki í Føroyum við marknaðarlutum á 44 prosent av útlánunum og 39 prosent av innláninum hjá føroysku peningastovnunum. Føroya Banki veitir fíggjarligar tænastur á einum støði, ið kann samanberast við tað hjá øðrum norðurlendskum bankum, og frá teim 20 deildum bankans kring landi veita 225 fulltíðarstarvfólk hesar tænastur til á leið 18.000 privatkundar og 1.700 vinnulívskundar.
Bankin hevur seinnu árini upplivað munandi vøkstur, og hevur við einari kønari leiðslu eina visjón um at verða leiðandi bankin í Føroyum. Bankin ynskir harumframt at veksa altjóða við bæði at nýta sínar verandi førleikar og við styrkja bankan við nýggjum, serligum førleikum.
Nærri upplýsingar:
Eyðun á Rógvi, nevndarformaður, Fíggingargrunnurin frá 1992, fartelefon 213048
Janus Petersen, forstjóri, fartelefon +298 230340
Jóhan Páll Joensen, nevndarformaður, fartelefon +298 216456




