Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Gongur væl at umvæla svimjihylin

Petur Asano, næstformaður í felagnum fyri svimjihylin í Svínoy

Fólk kunnu gleða seg til at hylurin kann brúkast aftur um ikki so langa tíð!

 

Tað hevur veri tungt, at arbeiða við at fáa svimjihylin í Svínoy umvældan. Men nú er gongd komin á og tað gongur væl at umvæla hylin. Ein partur er blivin stoyptur, og arbeiðið er nú at stoypa víðari. Hylurin er frá 1933, og í ár er hann 91 ár. Tó at hann er ein gamal hylur, er nógvur saknur í honum.

Stuðulin hevur sett gongd á arbeiði. 

Felagið fyri svimjihylin hevur søkt landið um útoyggjastuðul. Felagið fekk 75.000 kr í fjør, og í ár hevur felagið aftur søkt um fígging. Visit Faroe Islands hevur eisini stuðlað við 40.000 kr. 

Á borgarafundi sum var 3. Mai í Svínoy hevur borgarastjórin lovað, at kommunan ferð at fíggja restina av kostnaðinum.

Fólk kunnu gleða seg til at hylurin kann brúkast aftur um ikki so langa tíð!