Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gongur væl hjá føroyingunum í Danmark

Jákup Ósá

Tað er nærum einki umfar, har eingin føroyingur skorar mál í Danmark.

Vendsyssel vann 3-2 móti Fredericia og liggur nú á deildum fyrsta plássið.

Hallur Hansson og René S. Joensen skoraðu báðir. Tað merkir, at uppá 8 umfør hevur Hallur Hansson skorað 4 mál og René S. Joensen 3 mál. 
Vejle liggur á odda í deildini og eisini har spæla fleiri føroyingar. Jóan Símun Edmundsson hevur skorað 3 mál higartil fyri Vejle. Sostatt liggja tríggir føroyingar í topp 15 toppskjúttaralistanum í næstbestu donsku deildini eftir 8-9 umfør eru leikt.
Harleywoodpaint