Áhugafelagið Bláa Skýlið hevur stórt tiltak í KÍ høllini 9.mars. Nú kunnu nærum øll nøvn setast á kvøldsetuna, har samrøður, kjak og tónleikur er á skránni.
Áhugafelagið Bláa Skýlið hevur stórt tiltak í KÍ høllini 9.mars. Nú kunnu nærum øll nøvn setast á kvøldsetuna, har samrøður, kjak og tónleikur er á skránni.
Kvøldið byrjar við, at Hjalgrím Elttør, liðskipari, tosar um dagsins dyst móti TB og annars um kappingarárið sum heild.
Síðani er fyrra kjak panelið á skránni, har evnið er “ Hvussu hevur ítrótturin í Klaksvík tað?” Í panelinum sita Jógvan Skorheim (Borgarstjóri), Tummas Lervig (KÍ), Kristoffur Ragnarsson(Stjørnan), Jonhard larsen(Treysti) og Jórun Høgnesen(KRF).
Í seinna kjak panelinum eru ítrótta journalistar og venjarar, har evnið er “Effodeildin 2013”. Tosað verður m.a. um favorittar, hvørji lið kunnu roknast við i ár, hvørjir leikarar fara at skara framúr og hvørji lið fáa tað trupult. Enn manglar seinasta avtalan, so nøvnini í hesum kjak panelinum vera kunngjørd seinni.
Ímillum kjakið spælir ársins nýbrot 2012 Hans Andrias Jacobsen tónleik.
Tiltakið er ókeypis. Eftir kvøldsetuna er dansur í KÍ høllini, har Árni & Marner spæla. Til dansin er kostnaðurin 150 kr.




