Gonguteigurin á Biskupsstøðgøtu við Føroya Tele er fluttur 3 m longur suður m.a. vegna tey installatiónslok, ið eru á og við gongubreytina her. Men eisini tí at gonguteigurin er í so nær vegakrossin Biskupsstøðgøta – Ósávegur, hagani nógv skúlabørn koma.
Í hesum sambandi eru serstøk LED-ljós sett upp, ætlað til endamálið, sum lýsa gonguteigin serliga væl upp, soleiðis at teir fótgangarar, sum skulu yvirum her, síggjast væl.
Sum skilst á teknisku deild Klaksvíkar kommunu, verða hinir gonguteigarnir í grannalagnum eisini dagførdir við slíkum ljósum, um tað vísir seg, at tey virka eftir ætlan – lýsa serliga væl upp.




