Viðareiðis-tema: Ein lýggjan dag sum í dag er lagamanni at ganga. Inn eftir Dalavegnum hittu vit ein eldri mann við stavi og inni í Dølum vóru hjún, maður og hundur júst afturkomin av fjallatúri. Mjørkaflókarnir gera ein gongutúr í hæddini serstakan.

Hjúnini, hundurin og eitt triðjahjól, kann eg loyva mær at nevna tað, høvdu verið upp á Berhálsi. Berhálsur er fjallið við rundum sniði, sum sæst úr bygdini, lýtur mann inn í Dalar. Stendur tú uppi á Berhálsi, er útsýnið yvir Viðareiðisbygd eitt hitt besta.
Í dag sóust mjørkaflókar lirka seg eystur í gjøgnum bygdina í jøvnum millumbilum. Jú mjørki kann eisini gerast vakur. – Myndatólið var ikki við hesum lítla ferðalagnum burtur í haga, tí eru ongar myndir av júst hesum. Slíkt má upplivast.
Annars er talan um skiftandi góðveður á Viðareiði í dag. Sera klárt og bláur himmal til tíðir og til tíðir køvir hann av við løttum mjørka. Sjarmerandi.