Norðoya Tjóðveldisfelag skipar fyri gongutúri, har lagt verður upp til prát um býarrúm, náttúruvernd og møguleikar.
Vit ganga frá Faktorshúsunum oman í Gomlu Klaksvíkina. Síðani spáka vit yvir til havan á bakkanum í Víkunum, fylgja Klaksvíksvegnum heimeftir og enda í býarlundini á Akursmørk, har vit m.a. bjóða føroyskt te.
Annika S. Biskopstø, býráðslimur og valevni, greiðir frá sínari hugsan um hvussu vit kunnu innrætta býin til ta bleytu ferðsluna. Borgarar kunnu eisini koma við síni hjartans meining og góðum hugskotum á gongutúrinum.
- 17.00 Vit møtast omanfyri Faktorshúsini
- 17.05 Annika S. Bisksoptø, býráðslimur fyri Tjóðveldi, bjóðar vælkomin og hugleiðir
- 17.15 Vit fara til gongu heimeftir og steðga á og práta so hvørt
- 18.00 Vit fáa okkum ein te- ella kaffimunn í Býarlundini á Akursmørk – havið egnan kopp við.
Hetta er fyrsti túrurin av fleiri, sum Norðoya Tjóðveldisfelag fer at skipa fyri næstu tíðina, har vit saman umrøða nýtsluna av økjunum í kommununi.
Verið hjartaliga vælkomin


