Við Jógvani Ingvardi Olsen sum ferðaleiðara, skipar Føroya Shell fyri almennum gongutúri út á Eystnes, hósdagin 22. juni.
Í sambandi við at Føroya Shell alla viku 25 setur trygd og heilsu í hásæti, verður skipað fyri almennum gongutúri út á Eystnes, hósdagin 22. juni. Farið verður frá Shellavgreiðsluni á Rituvíkshálsi kl. 19.00 og er túrurin mettur at taka 1 tíma hvønn vegin. Shell hevur fingið Jógvan Ingvard Olsen sum ferðaleiðara, og fer hann at siga frá meðan gingið verður. Sum sagt, so er hesin gongutúrur almennur og eru øll vælkomin at tekna seg. Tilmeldingin kann gerast við at venda sær til Shell-avgreiðsluna á Rituvíkshálsi, tlf. 448711.




