YouTube hevur alsamt størri trupuleikar við ”upphavsrættindum” og í seinastuni hava fleiri ítróttarfelagskapir hótt við rættarmálum
Fyri einari viku síða stóð at lesa í Enska blaðnum ”løgfrøði” at enska Premier League hevur stevnt YouTube og tað sama hevur enska ”Rugby” sambandið.
Fleiri sakarmál hava longu verið móti YouTube í samband við upphavsrættindi og serliga hava tað verið brotini úr kendum skemti-sjónvars-sendingum, sum t.d. Comedy Central, NBC Saturday Night Live, o.fl…
Googel setur pening av til rættamál
Leiðslan í Google Inc., sum eigur YouTube, hevur sambært enskum tíðaritum avgjørt at seta tað sum svarar til 1 milliard krónur av í ein grunn, sum skal taka sær av rættarmálum, sum eru vantandi móti YouTube.
Google, sum er mest nýtta leititóli á alnótini, boðaði fyri kortum frá at felagið hevði sett 12,5 prosent av partabrøvunum, sum YouTube útskrivaði í fjør, til síðis fyri at ”secure certain indemnification obligations.’
Sambart fíggjarserfrøðingum merkir hetta at felagið roynir at verja seg ímóti komandi rættarmálum, sum longu eru á veg.
Samstundis er felagið í ferð við at reinsa út í goymsluni á video brotum.
Mountain View, sum er Google felag, ið er eitt googlefelag, sum er heimahoyrandi í Kalifornia, skrivar í hálvársroknskapinum fyri 2007 at “YouTube kann fáa trupuleikar av kostnaðinum í samband við mongu rættarmálini".
Julie Supan, ein talskvinna hjá YouTube, sigur at felagið roynir skjótast gjørligt at sletta video brot tá tey fáa klagur um hetta – men tað er ógjørligt at kanna øll tey 65.000 brotini, sum vera upload-aði kring allan heimin hvønn dag.
Umframt omanfyri nevndu rættarmál so hava fleiri av kendu tónleikaútgávufeløgunum saksøkt YouTube. Seinastu tveir mánaðarnar hava Warner Music Group, Universal Music Group og Sony BMG Music Entertainment stevnt YouTube.




