Veðrið í Gotlandi er stýrt av lágtrýstinum miðskeiðis á myndini. Vindurin melur rundan um lágtrýstið ímóti klokkuni – tí er eysturætt har.
Lítil vindur og sólglottar – soleiðis er veðrið í Gotlandi í dag. Vindferðin er um 3 m/s; í kvøld veksur hann upp í einar 7 m/s av landnyrðingi.
Í morgin verður veðrið ikki heilt tað sama sum í dag. Vindurin fer at veksa upp um 12 m/s eystaneftir, og tað fer at verða skýggja, ælaveður ella regn.




