Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott ár fyri Vodafone og kundarnar

Danial Viðoy

Árið í fjør hjá Vodafone var merkt av, at kundar fingu fyrimunir av bíligari og betri telesamskifti. Prísirnir lækkaðu sum heild, og við 4G á fartelefonini fingu Vodafone kundar – sum teir fyrstu í Føroyum – munandi betri og skjótari internet.

Tíðindaskriv – Vodafone:

Árið í fjør hjá Vodafone var merkt av, at kundar fingu fyrimunir av bíligari og betri telesamskifti. Prísirnir lækkaðu sum heild, og við 4G á fartelefonini fingu Vodafone kundar – sum teir fyrstu í Føroyum – munandi betri og skjótari internet.

Príslækkingarnar vóru víðfevndar og síggjast aftur í roknskapinum fyri 2015, men kortini er úrslitið gott – hitt næstbesta hjá Vodafone higartil.

Úrslitið vísir eitt avlop á 8,4 mió. kr., sum er 2,3 mió. kr. minni enn í 2014.

Seinnu árini hava úrslitini verið á góðari leið. Góð úrslit koma ikki av sær sjálvum – tey eru okkara dugnaligu starvsfólkum fyri at takka, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Vodafone.

Kappingin á fjarskiftismarknaðinum – herundir príslækkingar fyri reiking í útlandinum og internet á fartelefonini – ávirkaðu eisini umsetning og úrslit. Eitt nú fór Vodafone í fjør at bjóða fría talu og bíligari data í Norðurlondum og Europa, og datapakkar í Føroyum gjørdust eisini munandi bíligari.

Vodafone heldur áfram við at menna føroyska fjarskiftismarknaðin og tryggja kapping við at gera stórar íløgur í menning av 3G og 4G netinum til fartelefonir, sum heldur áfram í 2016.

FAKTA UM VODAFONE:

Navn: Vodafone (Kall pf.)

Tænastuøki: Heildarveitari innan breiðband, fastnet og fartelefoni

Stovnað: 1999

Byrjað tænastur: 2001

Yvirskot fyrstu ferð: 2004

Eginogn: 45,2 mió.kr.

Javni: 63,8 mió.kr.

Solvensur: 70,9 %

Langfreistað skuld: 0,0 mió.kr.

Starvsfólkatal: 33

Stjóri: Gudny Langgaard