Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott ár hjá Kósini

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Virkisleiðarin Jógvan Hansen letur væl at gongdini hjá stóra flakavirkinum í Klaksvík. Hann hevur eisini góðar vónir um komandi ár, men tað er treytað av, at umstøðurnar hjá virkinum ikki versna.

Eitt tað størsta arbeiðsplássið í Klaksvík er flakavirkið Kósin. Á virkinum arbeiða umleið 140 fólk, og virkið hevur sterka søgu og stóran týdning í lokalsamfelagnum. Onkuntíð hevur verið tikið til, at gongur tað væl hjá Kósini, so gongur tað væl hjá Klaksvíkini.

Avlop

Virkisleiðari á Kósini er Jógvan Hansen. Hann letur væl at gongdini í ár.

– Vit koma at framleiða umleið 9000 tons í ár, og tað er nakað minni enn eitt miðal ár, sum er 10.000 tons. Hetta kemst av, at fiskiskapurin ikki hevur verið eins góður, og hetta kemur at merkjast hjá øllum virkjum. Men hinvegin, so hava vit í løtuni góðar prísir á marknaðinum í Europa, so hetta hevur gjørt, at roknað verður við avlopi í rakstrinum aftur í ár – vónandi væl betri enn seinasta ár, tí enn er ikki alt uppgjørt, sigur Jógvan við Norðlýsið.

Kósin er eisini eigari av frystivirkinum Northern Fish Cold Storage, Núpi og eigur part av Klakki. Eisini hjá hesum virkjum hevur gongdin verið í lagi.

Royndir við frystum fiski

Virkisleiðarin sigur, at størsti parturin av teimum 9000 tonsunum er upsi.

– Vit hava framleitt góð 6000 tons av upsa, 1000 tons av toski, 1000 tons av longu og 500 tons av brosmu. Harafturat hava vit gjørt nakrar royndir við at arbeiða frystan fisk frá Gadus, Sjúrðarbergi, Klakki og øðrum bátum. Hetta er ein partur av okkara virksemi, sum í løtuni sær út til at vaksa, men enn eru vit í einari læru tilgongd á hesum økinum, sigur Jógvan Hansen.

Sær gott út, men…

Tá vit koma inná framtíðarútlit, so sigur Jógvan Hansen, at tað sær gott út, um markaðurin heldur sær, sum hann er í dag.

– Eg vænti ikki, at 2016 verður verri enn í ár, tá vit hyggja eftir nøgd. Men tað er sjálvsagt treytað av, at vit ikki fáa verri umstøður til okkara virksemi, enn vit hava í ár, sigur hann og vísir til, at fiskivinnupolitikkurin hjá samgonguni eisini kann fáa týdning fyri Kósina.