Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott at ferðast í Føroyum

(Hannefía Joensen)

Vit hava okkurt spennandi at siga tykkum. Tá ið vit vaknaðu seinasta fríggjamorgun, var veðrið sera gott. Vit máttu skunda okkum upp, tí vit skuldu við flokkinum yvir í Kalsoynna.

Vit møttust øll á ferjuleguni og sigldu við Sam yvir á Syðradal. Umborð sluppu vit at standa úti, og summi spældu pikk. Á Húsum stóð Jóhanna og bíðaði. Tað er ein genta í flokkinum, sum býr á Húsum. Bussurin hjá Bjarta stóð eisini har. Vit fóru øll í bussin, og hann koyrdi okkum norð til Trøllanesar. Har var so friðarligt og vakurt. Á bønum sóu vit ein lítlan gásarunga og tvey smálomb. Vit fóru at keypa okkum okkurt gott í lítlu kioskini. Beint við kioskina var eitt fjós við neytum. Har býr bóndin á Trøllanesi. Vit sluppu at kína neytunum og síggja, hvussu tey mjólkaðu teimum.
Uttanfyri fjósið lógu tveir fittir seyðahundar.

Av tí at veðrið var so gott, fingu vit eitt frálíkt hugskot. Vit fóru ein túr norð á Kallin. Tað er norðurendin á Kalsoynni. Á veg norð sóu vit nógvan fugl, og eisini ein skúgv, sum fegin vildi sleppa fram at einum spógvareiðri. Spógvin royndi sjálvandi at verja reiðrið.

Kallurin er sera brattur og har er eisini ein viti. Vit sóu bæði lunda og havhest. Har var sera vekurt, og sóu eisini yvir á Gjógv. Tá ið vit høvdu verið á Kallinum eina løtu, gingu vit oman aftur. Á veg oman aftur sóu vit tveir kjógvar og eitt spógvareiður við einum prikkutum eggi.

Tá ið vit vóru komin omanaftur, ótu vit matpakka og fóru síðani til gongu til Mikladals. Inni í tunnlinum var tað ordiliga stuttligt, og har var eisini nokkso myrkt, serliga tá ið tað vóru fá, sum lýstu við lummalyktum. Tað tók umleið ein hálvan tíma at ganga ígjøgnum. Tá ið vit vóru komin hálvan veg, sóu vit eitt berghol inni í bergholinum. Hetta var vegurin út í Djúpadal. Vit fóru út at hyggja, men vit fóru beinan veg inn aftur. Tá ið vit komu út, kom bussurin eftir okkum og koyrdi okkum til Húsar.

Á Húsum býr Jóhanna og har fingu vit kaka, bollar og muffins frá Mary Mariu. Tað smakkaði ordiliga væl. Á Húsum er ein nýggjur vøllur. Har fóru vit at sparka bólt. Vit hoppaðu eisini trampolin. Eisini sluppu vit í lastina á traktorinum hjá Hans Eliasi. Tað var ordiliga stuttligt.

Tá ið vit høvdu verið túr við traktorinum, fóru vit aftur at sparka bólt og hoppa trampolin, men ikki so leingi, tí nú skuldu vit skjótt heim. Eftir ein langan og góðan túr, sigldu vit aftur við Sam á Klaksvík, og har vóru foreldrini eftir okkum. Tey vóru glað at síggja okkum aftur 😀

Túrin á Kalsoynni fara vit at minnast leingi. Vit halda øll, at tað er gott at ferðast í Føroyum. Tað er eisini stuttligt at síggja, hvussu onnur børn í Føroyum búgva.

3. b í Skúlanum við Ósánna