Atlantic Navigator hevur sera gott fiskarí í hesum døgum. Veðrið er hampiligt. Nakað av vindi, men tað darvar ikki fiskarínum.
Um góði fiskiskapurin heldur sær, so verður Atlantic Navigator heima nakað fyrr enn upprunaliga ætlað.
Annars hoyrdist fyri góðari viku síðan, at teir roknaðu við at koma heim nakað eftir nýttár. Øll umborð hava tað gott og gleðast um tann nógva fiskin tey nú fáa. Umborð vóna tey, at tað góða fiskaríi verður støðugt, so at tey kunnu vera heima fyrr enn upprunaliga ætlað.




