Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott hálvár hjá TF Holding

Tíðindaskriv

Hálvársúrslitið hjá TF Holding samtakinum er eitt avlop á góðar 80 mió. kr. eftir skatt, og er tað betri enn væntað.

Peningastovnsvirksemið í samtakinum, Eik Banki, hevði 36,5 mió. kr. í avlopi eftir skatt, sum er nøktandi. Innlánini vaksa støðugt og útlánini vuksu eisini eitt vet. Nettoinntøkurnar hjá bankanum minkaðu í mun til sama tíðarskeið 2015, og er høvuðsorsøkin til hetta rentulækkingar.

Skaðatryggingarvirksemið hjá samtakinum í Tryggingarfelagnum Føroyum hilnaðist betur enn væntað. Góða gongdin í samfelagnum merkir, at at tryggingarinntøkurnar vaksa, og harafturat hava færri størri skaðar verið fyrra hálvár 2016 í mun til 2015. Úrslitið fyri skaðatryggingarvirksemið gjørdist eitt avlop á 14,4 mió. kr., har tað sama tíðarskeið í fjør gav hall.

Pensjónsvirksemið hjá samtakinum í dótturfelagnum Betri pensjón er í eini uppbyggingartíð og smá sveiggj kunnu merkja munin millum avlop og hall. Tryggingarinnngjøldini, íroknað innskot, vuksu við 4,1 mió. kr. í ár, og felagið hevði eitt avlop á 1,4 mió. kr. eftir skatt, sum verður mett at vera nøktandi.

Annað virksemi hjá samtakinum hevði eitt samanlagt avlop á 40,9 mió. kr. eftir skatt, sum í høvuðsheitum stava frá avlopi av íløguvirksemi.

“Raksturin í øllum dótturfeløgunum gevur avlop fyrra hálvár 2016 og tað eru vit nøgd við”, sigur Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri í TF Holding.

Útlitini fyri árið eru góð. Væntandi fer úrslitið at verða nakað betri enn áður mett, og fer at liggja millum 85 og 140 mió. kr. eftir skatt.

Í stuttum:
Úrslitið fyrra hálvár 2016 er 80,3 mió. kr. eftir skatt
Eginpeningur 2,7 mia. kr.
Nettoinntøkur av rentum og ómaksgjøldum 187 mió. kr. Solvensurin hjá samtakinum er 38,8 prosent

Samband: Súni Schwartz Jacobsen, forstjóri, tlf. 348 580, teldupostur: ssj@eik.fo