Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott kavaveður

Oliver Joensen

Sera nógvur kavi er komin niður í Norðoyggjum hesar seinastu dagarnar og hartil hevur veðrið verið sera gott um vikuskiftið.

Vit vóru ein túr við myndatólinum sunnumorgunin tá sólin skein av tí fagrasta. Hóast sera nógvur kavi hevur ligið seinastu dagarnar og veðurmenninir framvegis boða frá kava ímorgin mándagin, so sær út til á veðurkortinum, at vit fara at fáa lágætt og regn seinni í vikuni og nakrar dagar fram, men veðrið sær út til at vera sera óstøðugt, so alt kann henda eisini at vit fáa stórkava, tí "teir gomlu søgdu" at tá hann kavar á lágætt, so verður stórkavi og ídag kavaði eitt skiftið av eysturi og landsyningi, so hvør veit, kanska fáa vit stórkava komandi dagarnar.