Spenningurin er stórur í Klaksvík undan løgtingsvalinum týsdagin.
Norðlýsið var inni á gólvinum hjá Fólkaflokkinum, Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi í kvøld, har hesir flokkarnir høvdu opið hús fyri almenninginum. Spenningurin var stórur og dúgliga bleiv kjakast um, hvussu úrslitið fór at vera týsdagin, og kanska vóru onkur ráð givin fyri at fáa onkra atkvøðu afturat. Flestu flokkarnir høvdu havt nógv fólk á gólvinum í vikuskiftinum og í annaðkvøld (mánakvøldið) verður roknað við sera nógvum fólkum hjá øllum flokkunum, tí tað hevur tað altíð verið kvøldið fyri valið seinastu løgtingsvalini. Tískil vara kanska meira friðarligt hetta sunnukvøldið, sum liggur ímillum tiltøkini fyrr í vikuskiftinum og so í annaðkvøld, tá endabresturin av valstríðnum er. Summir flokkar gera eisini eyka burturúr. Sum skilst verður m.a. felagssangur og súpan hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkurin hevur undirhald, mat og drekka í Skálanum og bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava livandi tónleik í sínum hølum.
Ein hugnaligur stemningur er eisini í hesum, har fólk í ymisku flokkunum eisini vitja hvønn annan.




