Tað hevur verið eitt sindur langt ímillum túrarnar hjá utróðrarmonnunum nú stormurin hevur leika í desember mánaða, men teir sum vóru á útiróðri í nátt vórðu leskaðir.
Bjørgvin hevði 4.000 pund í morgun og Kallanes 10.000 pund. Umborð á Kallanesi var lagið stak gott, teir høvdu havt sjaksveður í nátt, ein skái var tó tíðliga í morgun, áðrenn veðrið øtlaði aftur.
Men komnir aftur var lagið gott, formaðurin var ógvuliga smílandi, hóast hann sum vera man hevði vakt leingi, Árni hevði ein so við sær, og tað skuldi avmyndast, afturfyri fekk eg 10 skrubbur, tað er ikki at kimsa at aftaná ræsta kjøtið og sósirnar á jólum.
Ætlanin hjá Kallanes var at fara avstað aftur beinan vegin, men teir manglaðu tveir mans í morgun, so teir skuldu finnast áðrenn farið var avstaðaftur seinnapartin.




