Mjølnir kvinnurnar høvdu í gjárkvøldið sína seinastu venjing í Klaksvík. Hýrurin var góður og leikararnir eru spentir til finaluna. Í dag fer hópurin suður til Havnar at fyrireika seg til stóru steypafinaluna í morgin.

Mjølnir kvinnurnar vandu í Klaksvíkar Badmintonhøll í gjárkvøldið. Hópurin tóktist væl fyri og lagið var avbera gott. Nærum allir leikararnir sum væntast at koma at spæla hava roynt hetta áður, so fjáltur tykist ikki vera á leikarunum. Men givið er, at tað kann roknast við einum truplum dysti, tí SÍ hevur eisini nógvar royndir frá at spæla finalur.
Mjølnir skipar eisini fyri ókeypis bussferð. Koyrt verður frá Badmintonhøllini kl. 11.30.