Fegnist saman við øllum Norðoyingum, um at Klaksvíkar kommuna nú hevur fingið tilsøgn um at byggja 24 røktarheimspláss í Klaksvík.
Hetta er ein góð byrjan, men ikki nokk til at nøkta tørvin í Norðoyggjum til eldrarøkt. Tó fegnist eg um, at tað almenna á hesum øki ferð at vera við til at gera eina sera virksemisskapandi íløgu í Norðoyggjum komandi tvey árini, har partur landskassans er knapt 17 mió.
Manglaði so lítið í.
Samlaða játtanin til bygging av eldrabýlum komandi 2 árini, er á tilsamans 95 mió fyri árini 2009 til 2011. Sum eg skilji tilsøgnina, so var tað bert fíggjarliga pláss til 24 røktarheimspláss í Klaksvík, úr hesi pulju. Talið, ið søkt var um, var 32 búpláss í fyrsta byggistigi og síðan 16 pláss aftrat, so samlaða talið verður 48 búpláss. Ein játtan til 32 pláss, í mun til 24, hevði kostað landskassanum knappar 6 mió aftrat.
Rationell bygging og rakstur
Sjálvandi skal talið av røktarheimsplássum, samsvara við tørvinum í teim ymsu økjunum í landinum. Men tað er ein stórur spurningur, hvussu rationelt tað er at byggja eitt røktarheim við 24 plássum í Klaksvík, tá ið tørvurin er nógv størri. Hesin spurningur verður enn meira átroðkandi, tá ið hugsa verður um ein rationellan rakstur. Klaksvík er eitt stórt øki, ið skal nøkta tørvin á røktarheimsplássum fyri allar Norðoyggjar, tí hevði borið væl til at haft eina størri og meiri rationellar eind her. Best hevði verið, um øll plássini ið Røktarheimið nú hevur, høvdu verið ein partur av hesi bygging.
Hetta hevði givið rúmd fyri eini endurvenjingarmiðstøð á verðandi røktarheimi. Hetta er nakað, ið stórur tørvur er á um alt landið, og tað hevði verið upplagt at havt eina tílíka endurvenjingarmiðstøð í tilknýti til Klaksvíkar Sjúkrahús. Hesi atlit eiga at verða tikin við í framhaldandi útbygging av eldraøkinum.
Eldrabygging hægri raðfesting
Samlaða tilsøgnin, ið er givin um alt landið, gevur 136 nýggja búpláss innan eldrarøktina meðan søkt var um 225 pláss. Tað er ein spurningur um politiska raðfesting, hvussu nógv skal setast av til eldrabygging komandi árini. Hevði fegin vilja verið við til, at raðfest hetta øki enn hægri, fyri komandi tvey árini. Øll vita at hetta er ein tann stórsta avbjóðingin, ið vit sum samfelag, hava framman fyri okkum.
Ein byrjan er ein byrjan og tí fegnist eg, hóast alt, um tilsøgnina ið Klaksvíkar kommuna nú hevur fingið.
Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna




