Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott val øll somul

Eyðstein Poulsen, býráðslimur

Góðu klaksvíkingar og borgarar í Klaksvíkar kommunu. Nú eru vit komin inn í yvirtíðina í hesum valdysti. Ein siðiligur og hampiligur valdystur. Fólk hava verið ágrýtin og viljin at lyfta okkara sárbæru spennandi kommunu fram á leið skortar ikki.

Eg takki fyri síðstu 4 árini

Tað hevur verið mær ein heiður at sitið í Klaksvíkar Býráð hesi árini – Ein spennandi og lærurík tíð. Ein uppgáva, ið eg havi roynt at lyft við framskygni og vøkstri í huga.

4 ár afturat

Tað er mín vón, at eg aftur sum býráðslimur fái møguleikan saman við tykkum at lyfta okkara lokaløki enn longur inn í framtíðina.

Eyðstein Poulsen – Býráðslimur – Klaksvík