Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott veður av landsynningi í dag

Hanus Kjølbro, Sjónám

Í dag er gott veður. Vindmátarar vísa vindferðina 5 til 8 m/s. Hetta er eitt andøvsgul. Turt er í øllum veðurstøðum. Hitin er 8 ella 9 stig. Gott veður hendan vetrardagin – og dagurin í dag verður allur soleiðis.

Luftin, ið kemur hendaveg, stavar úr Suðurrusslandi. Á veg til Føroya er luftin farin yvir m.a. Ukraina, Hvítarussland, umframt øll londini í Eysturevropa, áðrenn hon er farin framvið Danmark og yvir Norðsjógvin.

Luftin er yvirhøvur turr, tó onkur løta við avfalli hevur verið. Hátrýstið, ið skipar fyri, at veðrið um okkara leiðir er soleiðis í dag, stendur yvir Miðsrusslandi, og tað sær út til at fara at standa í stað í nakrar dagar afturat. Ein ryggur úr hesum hátrýsti stingur seg vestureftir yvir okkara leiðir. Í einum hátrýstryggi er veðrið vanliga gott.

Veðrið fyri morgindagin fer at líkjast nógv veðrinum í dag.